fbpx

Local.fo — har lýsingar náa út til útlendingar ið lesa um Føroyar

Vilt tú vita meira um møguleikarnar at lýsa ódýrt, beinleiðis til útlendingar við áhuga fyri Føroyum?

Fyll í títt navn, telefon nr. og e-post adr. niðanfyri, so hoyrir tú frá okkum ein av døgunum.

Local.fo tíðindi verða eisini løgd út á sosialar miðlar, t.d. Facebook síðuna Local.fo — har tann eina søgan herfyri náddi út til uml. 150.000 lesarar.

Local.fo er ein sterkur tíðindamiðil á netinum tá talan er um útlendingar ið vilja vita um Føroyar — eitt nú ferðafólk, útlendingar búsitandi í Føroyum og onnur. Mong vitja heimasíðuna áðrenn tey koma til Føroya, meðan tey eru her og aftaná at tey hava verið her. Tænastan byrjaði fyri skjótt trimum árum síðan, og talið á vitjandi er vaksið stútt.

Heimasíðan hevur dagliga, á eingilskum máli, dagførd tíðindi og kunning úr Føroyum av áhuga fyri útlendingar. Smb. Google Analytics vóru umleið 444.000 vitjanir, ‘Sessions’, á síðuni millum 1. januar og 31. desember 2020, harav umleið 200.000 brúkarar, ‘Users’. Umleið ein fjórðingur av hesum vitjanum henda í Føroyum, restin uttanlands.